Føroysk skip skuldsett fyri at fiska ov nógvan tosk

Føroysk skip skuldsett fyri at fiska ov nógvan tosk
Íslendskar línumennm halda uppá, at føroysku línuskipini fiska alt ov nógvan tosk undir Íslandi
Klakkur verður nevndur í greinini í Fiskifréttum.
 
03.04.2026 - 16:11

Íslendska havstovan hevur havt fólk um borð á føroyskum frystilínuskipum, sigur Havstovan í svari til blaðið Fiskifréttir.

Blaðið hevur tosað við íslendskar línumenn, sum halda uppá, at føroysku línuskipini fiska alt ov nógvan tosk undir Íslandi.

Tá fólk eru um borð á føroyskum skipum verður tað gjørt í samstarvi við íslendsku vaktar- og bjargingartænastuna.

Annars byggir eftirlitið fyri tað mesta á tøl frá skipunum og frá Vørn.

Talgilt

Eisini vera talgildar frágreiðingar um fiskiskapin brúktar.

Tær siga millum annað, hvørji fiskasløg, skipini hava,

Íslendsku fiskimenninir vilja hava, at føroysku línuskipini skulu avreiða í Íslandi, so til ber at síggja, hvat tey fiska.

Men hetta fær havstovan, sum eitur fiskistovan í Íslandi, einki gjørt við, sigur hon.

Hetta er ein politiskur spurningur og ein samráðingaarspurningur millum londini bæði, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493