Vance til Ungarn at stuðla Orban

Vance til Ungarn at stuðla Orban
Val verður í Ungarn sunnudagin, og sambært veljarakanningin er tap í hendi hjá Viktor Orban, forsætisráðharra
Amerikanski varaforsetin, J. D. Vance, er á veg til Ungarn at stuðla Viktor Orban í valstríðnum.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
07.04.2026 - 08:25

Amerikanski varaforsetin, J.D.Vance, hevur sett kós móti Ungarn fáar dagar fyri valið í landinum, har politiska lagnan hjá Viktor Orban, forsætisráðharra, verður avgjørd.

Vance og amerikanski forsetin, Donald Trump, hava víst Orban dyggan stuðul, og Vance skal á vitjanini halda røðu á einum valfundi fyri sitandi forsætisráðharranum.

Sambært Hvítu húsunum fer røðan hjá Vance at snúgva seg um samtarvið millum londini bæði. 

Undan røðuni fara Vance og Orban at hava fund og síðani almennan tíðindafund.

Meiningakanningar hava í fleiri mánaðir givið ábendingar um, at Orban, sum hevur verið forsætisráðharri síðani 2010 og árini millum 1998 og 2002, kann fara at tapa valið, sum verður sunnudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961