Stjórin í Visit Faroe Islands: "Ferðafólkini koma ikki av sær sjálvum"

Stjórin í Visit Faroe Islands: "Ferðafólkini koma ikki av sær sjálvum"
Umtalan av Føroyum í útlandinum er minkað við einum triðingi, og tað er orsøkin til, at stígur er komin í vøksturin í ferðafólkatalinum, sigur Guðrið Højgaard, stjóri
15.04.2026 - 10:37

Í ársfrágreiðingini frá Visit Faroe Islands fyri 2025 stendur, at triðja árið á rað stendur ferðafólkatalið í stað í Føroyum. 

Harvið er stígur komin í vøksturin í ferðafólkatalinum. 

Hinvegin, so leggur hvørt ferðafólk, ið kemur til landið, munandi meira eftir tær í krónum og oyrum. 

"Orsøkin til, at stígur er komin í ferðafólkatalið er, at umrøðan - marknaðarføringin - av Føroyum í útlandinum er minkað við einum triðingi, og tað sæst aftur beinavegin," sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands. 

 

LES EISINI: Ferðavinnan gav 1,4 mia. kr. í 2025, men stígur komin í ferðafólkatalið

 

Játtanin er skerd 

Og orsøkin til, at marknaðarføringin, og harvið umrøðan av Føroyum í útlandinum, er minkað, er at játtanin til Visit Faroe Islands er minkað. 

"Vit eru skerd tríggjar ferðir á fíggjarlógini síðani 2020, og vit hava ongantíð fingið prístalsjavnað játtanina síðani 2013, tá vit fingu tí øktu játtanina. Tað ger beinavegin sjónligheitina hjá Føroyum minni í útlandinum, men vit royna sjálvandi at fáa so nógv sum gjørligt burtur úr teimum pengum, sum vit hava."

Guðrið Højgaard vísir á, at kappingin um ferðafólkini er beinhørð á altjóða marknaðinum. 

"Vit mugu bara staðfesta, at ferðafólkini koma ikki av sær sjálvum."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329