Føroysku kvinnurnar fingu spennandi EM-lutakast

Føroysku kvinnurnar fingu spennandi EM-lutakast
Føroysku hondbóltskvinnurnar skulu spæla ímóti Fraklandi, Póllandi og Ukraina í EM-endaspælinum í desember
Mynd: Jure Erzen / kolektiff  
 
16.04.2026 - 17:37

Føroysku hondbóltskvinnurnar fingu eitt spennandi lutakast til EM-endaspælið í desember.

Mótstøðuliðini, sum komu í Bólk E saman við Føroyum, vóru Frakland, Pólland og Ukraina.

Øll mótstøðuliðini úr potti 1 eru sjálvsagt krútsterk, men har Føroyar kanska høvdu vónað at fingið Svøríki, kom Frakland, sum vann bronsu til seinasta HM-endaspælið.

 

Góðir ítróttaligir møguleikar

Føroysku kvinnurnar eru kanska betri nøgdar við londini, sum komu úr potti 2 og 4. 

Pólland kom úr næststerkasta bólkinum, og har ber til at fáa eitt gott úrslit. Í øllum førum eydnaðist at sleppa undan Týsklandi, sum vann silvur til HM-kappingina seinast. Harumframt merkir hetta, at Føroyar skulu spæla í Katowice, har U21-landsliðið við monnum vann HM-bronsu síðsta summar.

Úr niðasta bólkinum kom Ukraina, og saman við Grikkalandi var tað kanska ynskimótstøðuliðið.

EM-endaspælið verður leikt í døgunum 3. til 20. desember

 

Bólkur E

Frakland
Pólland
FØROYAR
Ukraina

 

Her eru allir bólkarnir til EM-endaspælið:

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112