Fyrrverandi forseti vinnur tjóðartingsval í Bulgaria

Fyrrverandi forseti vinnur tjóðartingsval í Bulgaria
Rumen Radev, sum var forseti í níggju ár, legði frá sær, tá hann stillaði upp sum forsætisráðharravalevni hjá Bulgaria-samgonguni
Rumen Radev, sum hevur verið forseti í Bulgaria, verður nú forsætisráðharri í landinum.
Mynd: Stoyan Nenov/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
20.04.2026 - 08:22

Fyrrverandi forsetin í Bulgaria, Rumen Radev, og Bulgaria-samgonga hansara eru á odda í uppteljingini eftir tjóðartingsvalið í gjár.

Radev var á odda við 44,59 prosentum, tá ið 32 prosent av atkvøðunum vóru taldar í nátt.

Endaliga valúrslitið verður væntandi kunngjørt í fyrsta lagi í dag.

Tá valhølini lótu aftur, vísti ein kanning hjá Alpha Research, at 37 prosent av veljarunum søgdu seg hava atkvøtt fyri flokkinum hjá Radev.

Tað er munandi størri undirtøka enn hjá høvuðsmótstøðuflokkinum, GERB, við fyrrverandi forsætisráðharranum, Boyko Borissov, á odda, sum sambært kanningini fær 16,2 prosent av atkvøðunum.

 

Forseti í níggju ár

Radev hevur verið forseti í Bulgaria í níggju ár. 

Hann legði frá sær sum forseti tíðliga í ár, tí hann stillaði upp sum forsætisráðharravalevni fyri Progressive Bulgaria, sum er ein mið-vinstrasamgonga við trimum flokkum.

Radev hevur sagt seg vera kritiskan um at lata Ukraina vápn, og vil hava ES at fáa betri viðurskifti við Russland. 

Valið í gjár var tað áttanda í Bulgaria í fimm ár. Seinasta stjórnin noyddist at leggja frá sær seint í fjør eftir enn eina bylgju av mótmælum móti korruptión, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065