KÍ skrykti sigurin frá vónbrotnum argjamonnum

KÍ skrykti sigurin frá vónbrotnum argjamonnum
Obule Sunday Moses legði AB framum í fyrra hálvleiki, og júst tá tað sá út til, at argjamenn skuldu fáa øll trý stigini ímóti føroyameistaranum, javnaði KÍ í evstu løtu
Mynd: Liam Ulrik Piculell Saxov/LUPS MEDIA  
 
20.04.2026 - 20:06

Obule Sunday Moses sá út til at gerast heilt stóra hetjan inni í Vika, har AB heilt óvæntað var á odda 1-0 ímóti KÍ, sum sá út til at fara at tapa fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið. 

Málið hjá AB kom miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og hóast klaksvíkingar spældu seg til einstakar møguleikar, høvdu teir ikki megnað at svara aftur ímóti høgt flúgvandi argjamonnunum, tá tíðin var um at fara.

Men meir enn átta minuttir inni í yvirtíðini, bjargaði KÍ sær annað stigið, tá innskifti Deni Pavlovic fekk bóltin í netið og hálaði argjamenn inn aftur í veruleikan.

Javnleikurin kemur eftir lítið sannførandi byrjanina hjá KÍ upp á landskappingina, har meistaraliðið nú hevur mist seks stig upp á seks teir fyrstu dystirnar.

Hinvegin kunnu argjamenn, hóast teir ivaleyst eru vónbrotnir um at missa sigurin á stokkinum, fegnast um góða byrjan upp á árið. AB hevur nú fingið 10 stig burturúr seks teimum fyrstu dystunum í Meistaradeildini og liggja á 4. plássi.

 

NSÍ vann í evstu løtu

NSÍ stríddist leingi at fáa hol á ímóti EB/Streymi við Løkin í Runavík, har bæði liðini høvdu kjansir. Ikki fyrrenn góðir seks minuttir vóru spældir av yvirtíðini eydnaðist tað innskifta Michal Przybylski at skora sigursmálið fyri oddaliðið.

Runavíkingar, sum høvdu Brand H. Olsen aftur á vøllinum síðsta hálva tíman, eru fremstir í Meistaradeildini við 16 stigum, fýra frammanfyri KÍ og B36.

B36 vann eisini sín dyst 1-0. Ragnar Samuelsen skoraði sigursmálið hjá havnarfelagnum ímóti 07 Vestur, tá eitt gott korter var eftir á Dungasandi. Undir Mýruhjalla endaði málleyst millum Skála og Víking.

Í gjár vann B68 óvæntað 3-1 á HB á Svangaskarði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044