Uttanríkisráðharrarnir úr Pakistan og Iran tosaðu

Uttanríkisráðharrarnir úr Pakistan og Iran tosaðu
Sambært iranskum embætisfólkum eru tó ongar ætlanir um beinleiðis fund millum Iran og USA.
Uttanríkisráðharrarnir úr Iran og Pakistan tosaðu í næstan fimm tímar.
Mynd: Seyed Abbas Araghchi Via TelegramReutersRitzau Scanpix  
 
25.04.2026 - 12:42

Uttanríkisráðharrarnir úr Pakistan og Iran tosaðu, sambært CNN, saman alla náttina.

Iranski uttanríkisráðharrin Abbas Araghchi lendi í pakistanska høvuðsstaðnum, Islamabad, stutt eftir midnátt. Har tók pakistanski uttanríkisráðharrin Ishaq Dar ímóti honum og teir fundaðust í næstan fimm tímar. 

Tað er tó ikki greitt, júst hvat kom burturúr fundinum. 

Væntandi kemur amerikanska sendinevndin við Steve Witkoff og Jared Kushner til Islamabad í morgin. 

Sambært iranskum embætisfólkum eru tó ongar ætlanir um beinleiðis fund millum Iran og USA. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006