SEV ætlar at hava útbyggingarætlan lidna í hesum árinum

SEV ætlar at hava útbyggingarætlan lidna í hesum árinum
Nýggj yvirskipað útbyggingarætlan má gerast fyri at røkka málinum um, at øll elorka skal vera grøn, sigur nevndarformaðurin í SEV
Ætlanin um at seta vindmyllur upp í Klivaløkshaga er komin í drag, tí bíðað verður eftir kanningum og loyvum.
Mynd: Sp/f Vindorka  
 
27.04.2026 - 10:22

Eftir ætlam skal nýggja útbyggingarætlanin hjá SEV vera klár fyri ársenda 2026, sigur Haraldur Hammer, nevndarformaður í SEV, í ársgreiðingini hjá SEV fyri 2025.

SEV ætlaði at brúka 75 milliónir í fjør til vindmyllurnar í Klivaløkshaga í Sandoynni, men tað gjørdist ikki veruleiki.

Útbyggingarætlanin hjá SEV er ikki fylgd. 

Seinasta dømið er vindmyllulundin í Klivaløkshaga, sum kom í drag, tá Yvirfriðingarnevndin bað um fleiri kanningar um fuglalívið í økinum. 

Nýggj yvirskipað útbyggingarætlan má tí gerast í samstarvi við orkumyndugleikan og aðrar áhugapartar fyri at røkka málinum um, at øll elorka skal verða grøn, sigur nevndarformaðurin í SEV.

 


Haraldur Hammer er nevndarformaður í SEV.

 

Arbeiðast má av øllum alvi

- Vit eru noydd til, øll, at arbeiða saman av øllum alvi fyri størri sjálvbjargni á orkuøkinum. Tað hevur skund, sigur Haraldur Hammer.

21. februar í fjør var boðað frá, at eitt felag, sum millum annað Jóhan í Niðristovu ætlaði at stovna, hevði fingið loyvi frá Umhvørvisstovuni til at byggja vindmyllur í Klivaløkshaga í Sandoynni.

Talan er um sjey vindmyllur.

Fýra tilboð komu. Hini vóru frá Magn, Effo og SEV. 

Men einki er hent í Klivaløkshaga, tí enn verður bíðað eftir kanningum og loyvum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329