Lívfrøðingur: Ivasamt um djóraverndarfelagsskapur hevur lagt styggjarar út

Lívfrøðingur: Ivasamt um djóraverndarfelagsskapur hevur lagt styggjarar út
Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, heldur ikki, at tað eru djóraverndarfelagsskapir sum Sea Shepherd, ið hava lagt hvalastyggjararnar út, tí teir hava broytt taktikk
Hetta er ein av fleiri hvalastyggjarum, sum vóru á einum gogguglúpi í Hvannasundi.
 
28.04.2026 - 14:13

Tað er ivasamt, um nakar djóraverndarfelagsskapur hevur lagt hvalastyggjarar út í Hvannasundi.

Tað heldur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur.

 


Bjarni Mikkelsen.

 

- Hetta er fyrstu ferð, at tílík tól eru funnin, men eg ivist í, at felagsskapur sum Sea Shepherd hevur lagt hetta út, sigur hann.

Í Hvannasundi hava tey funnið fleiri tól, sum senda ljóðbylgjur, og sum eru ætlað at styggja hval burtur.

- Ein bátur var í ferð við at draga gogguglúpar, tá ein endi við fleiri hvalastyggjarum hekk á einum glúpi, segði Tóri Simonsen, grindaformaður í Hvannasundi, við Dag og viku í gjár.

 


Tóri Simonsen.

 

Sambært grindakunngerðini er ikki loyvt at seta upp skipanir, sum kunnu broyta atferð hjá hvali, og tí hevur Tóri Simonsen meldað málið til politiið.

Politiið váttar fyri Kringvarpinum, at málið er meldað, men politiið hevur ikki fingið fráboðanir um hvalastyggjarar aðrastaðni í Føroyum. Politiið er farið at kanna málið, og væntandi fer tað at taka einar 14 dagar at gera kanningar, sigur Jógvan Páll Joensen, varapolitiinspektørur.

 

 

Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, roknar ikki við, at tað eru djóraverndarfelagsskapir sum Sea Shepherd, ið hava lagt hetta út, tí tey hava broytt taktikk, síðani hald var lagt á nakrar gummibátar hjá Sea Shepherd fyri 11 árum síðani. Nú filma tey í staðin. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

28042026_Hvalastyggjarar

 

Sí eisini: Mál um grindastyggjarar meldað til løgregluna

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762