Radio Salt: Víkingaskip skal smíðast, og Pubbin letur upp aftur

Radio Salt: Víkingaskip skal smíðast, og Pubbin letur upp aftur
Í kvøld kl. 19 verður sent beinleiðis Radio Salt úr Mentanarhúsinum Salt á Drelnesi, har tað verður tónleikur, skemt og nógv áhugaverd prát á skránni. Øll eru vælkomin í Salt
Vertir í Radio Salt eru frá vinstru Annika Bolton Mortensen, Jákup Magnussen og Gundur Johansen
 
29.04.2026 - 10:10

Klokkan 19 í kvøld verður aftur sent Radio Salt beinleiðis úr Mentanarhúsinum Salt. 

Sendingin er eisini ein almenn hugnaløta við tónleiki, skemti og áhugaverdum prátum, har øll í Suðuroynni eru vælkomin. Og nógv er á skránni aftur í kvøld. 

Eyðun Nolsøe, sum er heimskendur í Føroyum úr bólkinum Frændum, fer at framføra, og Annika Hvanngarð, ið er nevndarlimur í felagnum Víkingaskip, fer at greiða frá víkingaskipsætlanini á Drelnesi. Annika Hvanngarð fer eisini saman við søgufrøðinginum, Kára Jespersen, at siga frá fólkalívi, mati og enn nýttum staðarnøvnum frá víkingatíðini.

Harumframt koma umboð fyri feløgini Suðuroyar Garðafelagiði og Suðuroyar Talvfelag á gátt at greiða frá sínum virksemi.

Og so hava vit tey tíðindi, at ein kafé við meira letur upp í hølunum har Pubbin helt til í Gamla einahandlinum á Tvøroyri - í gomlu ognunum hjá Thomsen á havnarlagnum.  Hetta verður gjørt í samstarvi við kommununa og ferðavinnuna á staðnum.

 

Víkingaskipsætlanin er flutt úr Hovi á Drelnes - skamt frá Mentanarhúsinum Salt. Ætlanin er at byggja eitt víkingaskip á staðnum við norska Gokstadskipinum sum fyrimynd. Eisini fara neyst og skáli at verða bygd, eins og ein smiðja má útvegast. Haraftrat fara vit at tosa um víkingatíðina í breiðari merking.

Suðuroyar Garðafelag er stovnað til frama fyri urtagarðsbrúk og sjálvbjargni í oynni. Har kunnu fólk  býta um fræ, plantur og fáa íblástur. Tina Grønbech og Guðrun í Lágabø vitja sendingina.

Suðuroyar Talvfelag varð stovnað í 2021.  Í mars telvaði felagið seg upp í triðju deild, tá felagið telvaði seg fram um Havnar Telvingarfelag í seinasta umfari. Skipað felags-telving hevur ikki verið í oynni í mong ár, men áhugin sigst vera rættiliga stórur. Fríði Stenberg, formaður, Ingi Ellingsgaard og Eyðun Nolsøe greiða frá.

Kafé letur upp har Pubbin á Tvørákei var. Tað verður gjørt saman við Visit Suðuroy, sum eisini flytir oman í hølið har gamli kongaligi einahandilin var.  Hetta fer Ansgar Sørensen, fyristøðumaður, at greiða frá.

Fólk eru vælkomin á gátt á Drelnesi, men lurtast kann eisini heima.

Radio SALT byrjar sendingina í kvøld, ónskvøldið, stundisliga klokkan sjey.

Vertir eru Annika Bolton Mortensen, Jákup Magnussen og Gundur Johansen. 

Mentanarhúsið SALT og Kringvarp Føroya standa fyri framleiðsluni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763