Julian setti føroyskt met á heimavegi

Julian setti føroyskt met á heimavegi
Julian Gregersen livdi upp til málið, sum hann hevði sett sær, tá hann bøtti um sítt egna met í hálvmaraton á heimavegi í Klaksvík, meðan Bjørk Herup Olsen rakk OyL-kravinum
Julian Gregersen fer um mállinjuna á kendum asfalti í Klaksvík við nýggjum føroyskum meti í hálvmaraton
Mynd: Jóannes Poulsen/Treysti  
 
02.05.2026 - 21:51

Julian Gregersen er framvegis í stórformi.

Tað staðfesti rennarin úr Treysti á heimavegi Klaksvík leygardagin, har FM í hálvmaraton var á skránni. Hann hevði sett sær sum mál at bøta um føroyska metið í hálvmaraton, ið hann átti sjálvur, og tað eydnaðist í frálíkum umstøðum.

Við góðari hjálp frá dananum Janusi Beck Aagaard, sum helt ferðina nakrar umgangir, kom Julian Gregersen á mál við tíðini 1:07:28, sum er 29 sekund skjótari enn gamla metið frá oktober í fjør (Valencia). 

Hetta er í løtuni einasta føroyska metið á vegi hjá bæði kvinnum og monnum, sum er sett í Føroyum. Metið gav sjálvsagt Juliani Gregersen føroyameistaraheitið frammanfyri Oliver Granhøj (1:16:58) og Daniel Hansen (1:18:58).

 

Bjørk undir oyggjaleikakravið

Bjørk Herup Olsen hevur í vetur kappast av álvara fyri fyrstu ferð í nógv ár. Hon vann vetrarkappingina hjá FÍF, men mál hennara hevur verið at renna undir kravtíðina til oyggjaleikirnar í Føroyum í hálvum maraton.

Júst tað eydnaðist henni til føroyameistaraheitini, sum hon eisini vann frammanfyri Mariu Chun Nielsdóttir og Hallbjørg Danielsen. Oyggjaleikakravið var 1:28:00, og rennarin úr Bragdinum kom á mál við tíðini 1:27:38

121 rennarar kappaðust um føroyameistaraheitini í hálvmaraton hesa ferð. 36 kvinnur og 85 menn. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115