- Tíðindi, mentan og ítróttur
Julian aftur met: - Tað ber til at renna skjótt í Føroyum
Julian Gregersen livdi upp til egið mál, tá hann vann føroyameistaraheitið og bøtti um sítt egna met í hálvum maraton í Klaksvík um vikuskiftið.
Ætlan var nevniliga greið undan kappingini í kalda várveðrinum leygardagin. Hann vildi seta nýtt vegmet á føroyskum asfalti og prógva, at tað ber til í Føroyum.
- Nógvir føroyskir rennarar sikta eftir at renna skjótt uttanlands, men eg fari at royna at broyta tað og vísa, at vit gott kunnu renna skjótt í Føroyum, segði langteinarennarin úr Treysti, sum hevur tikið øll tey føroysku metini á vegi síðstu árini.
Tey eru øll sett uttanlands, í Spania, Onglandi ella í Danmark, men nú er hálvmaratonmetið sett í Klaksvík, og júst tað fegnaðist Julian Gregersen um.
- Tað, haldi eg, er ordiliga stuttligt. Eisini, at tað er sett í Klaksvík í mínum heimbýi. Eg vildi vísa, at tað ber til í Føroyum, staðfesti stinni klaksvíkingurin.
Julian Gregersen, sum hevði fingið ein góðan danskan rennara alt hjálpa sær at halda høga ferð, kom á mál við tíðini 1:07:28. 29 sekund skjótari enn gamla metið úr Valencia frá oktober í fjør.


























