Fimm fólk spæla, syngja og manna orkestur í "Klokkarin í Notre Dame"

Fimm fólk spæla, syngja og manna orkestur í "Klokkarin í Notre Dame"
Kendi Disneyfilmurin og sangleikurin "Klokkarin í Notre Dame" verður sýndur serstakari í útgávu í Norðurlandahúsinum í september
Sámal Blak, senofragur, Jákup Veyhe, leikstjóri og Aksel Remmel, leikari og stigtakari
 
07.05.2026 - 12:25

Í september verða sýningar av sangleikinum "Klokkarin í Notre Dame" í Norðurlandahúsinum.

Leikurin tekur støði í Disney-filminum og sangleikinum, sum er skrivaður til nógvar leikarar og eitt stórt orkestur.

Men í uppsetingini í Norðurlandahúsinum bera bert fimm leikarar alla sýningina. Teir spæla allar leiklutir, syngja kór og manna orkestrið við ljóðførum sum pumpuurgu, flygli, paukum, marimbu, kontrabassi, tvørfloytu og gittara.

Tí má handritið og tónleikurin umskrivast, og pallmyndin skipast, so pláss er fyri ljóðførunum á pallinum, og so leikararnir kunnu skifta millum ljóðførir og leiklutir.

Tað eru Aksel Remmel, Ári Berghamar Danielsen, Bergur Fonsdal, Borgfríð Fonsdal og Maria á Lakjuni, ið spæla leiklutirnar, og hava tikið stig til framsøknu verkætlanina.

Tey hava ymsar útbúgvingar - í stóran mun klassiskar - og kunnu í hesi verkætlan brúka sínar førleikar á fjølbroyttan hátt.


Lurtið eftir samrøðu við Aksel Remmel, leikara og stigtakara, Jákup Veyhe, leikstjóra, og Sámal Blak, senograf.

 

1811291

 

Leikarar
Aksel Remmel: Phoebus, útbúgvin á kongaliga danska musikkonservatoriinum í Keypmannahavn
Ári Berghamar Danielsen: Clopin, útbúgvin á kongaliga danska musikkonservatoriinum í Keypmannahavn
Bergur Fonsdal: Frollo, útbúgvin á The Academy of Performing Arts í Prag
Borgfríð Fonsdal: Quasimodo, útbúgvin á Institute of the Arts í Barcelona
Maria á Lakjuni: Esmeralda, útbúgvin á jútska musikkonservatoriinum í Aarhus

Kreativa toymið
Leikstjóri: Jákup Veyhe
Pallsmíð: Sámal Blak
Ljóssnið: Súni Joensen
Ljóðsnið: Baldur Kampmann
Leikbúnar: Anna Kristin Bæk
Týðing: Birgit Remmel
Kórleiðari: Cinthia González Parada
Koreografur: Jakub Pesek
Plakat: Pep Herrera

Til ber at lesa meira um leikin og keypa atgongumerkir á nlh.fo.

 

Hvat: Kultura
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 17.05 í útvarpinum, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961