Vikugesturin: Órædda unga røddin

Vikugesturin: Órædda unga røddin
Hon vil vera órædda røddin hjá teimum ungu og veiku. Bjørg Brynhildardóttir Egholm var vikugestur
Bjørg Brynhildardóttir Egholm á sínum nýggja tingsessi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.05.2026 - 13:25

- Hon hevur altíð verið órædd. Sjáldsama órædd.

Mamman er skjót at seta orð á dóttrina sum eina viljasterka og ævintýrkenda unga kvinna, sum vildi bróta karmarnir frá byrjan.

Og hetta síðsta árið hevur víst, at hon hevur áræði sum fá. Hon breyt veruliga ígjøgnum sum Silja í virðislønta filminum "Seinasta paradíst á jørð", hóast hon lítið og einki hevur spælt av sjónleiki. Hon gjørdist student í fjør, setti almennu dagsskránna við 1. mai-dagsrøðuni fyri einum ári síðan, stillaði upp til kommunuvalið og bleiv altso vald á Føroya løgting við flest atkvøðum á listanum hjá Tjóðveldi.

Eitt hendingaríkt ár fyri eina so unga kvinnu, men sjálv hugsar hon ikki so nógv um tað.

- Øgiliga hendingarík og stutlig ár.  Tað ljóðar vilt, men so ógvusligt hevur tað ikki følst. Eg taki altíð bara ein dag í senn, sigur Bjørg Brynhildardóttir Egholm.

Soleiðis lýsir vinkonan Halla Herdalur Poulsen hana eisini. Ongantíð nervøs, og oftast ger hon tingini í síðstu løtu, men hon klárar tað altíð.

- Hon er ung, og hon er festlig. Tað er ein styrki. Hon roynir ikki at vera nakar, hon ikki er. Og tí haldi eg, at hon er eitt fantastiskt umboð fyri ungdómin í Føroyum, sigur Halla.

Og unga politiska stjørnuskotið Bjørg Brynhildardóttir Egholm, sum veruliga gjørdi hol í sjógvin, tá hon kom á ting við 971 atkvøðum, er tilvitað um, at hon skal vera røddin hjá serliga teimum ungu og veiku í samfelagnum.

- Vit hava ein kempi trupulleika, at tað eru so nógv sum flyta. Og eg fari at brúka nógva orku uppá at royna at umboða tey ungu, so væl sum eg kann, sigur hon, og heldur samstundis tað týdningarmesta vera at lyfta tey, sum eru á niðastu rókum, tí hini skulu nokk klára seg. 

Hon ásannar, at tað kann tykjast eitt sindur frustrerandi at koma vónrík, framsíggin og virkisfús í løgtingið, tí tey royndi vísa á, at tað er roynt áður.

- Tað virkar eitt sindur rutinerað. Tað er - eg veit ikki, um eg tori at siga tað - eitt sindur giktað.

Hon torir at siga tað kortini. Tann órædda røddin.

Hoyr alla samrøðuna við Bjørg Brynhildardóttir her.

1811800

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Leygardag 9. mai
Vikan 9. mai 2026
208127
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968