Sissal fer at kunngera donsku stigini í Eurovision

Sissal fer at kunngera donsku stigini í Eurovision
Tað er ein serstakur heiður at vera tann, sum sleppur at fortelja teimum áleið 170 milliónunum, ið hyggja, hvussu stigini verða býtt
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
15.05.2026 - 15:12

Ein serlig løta í Eurovision-høpi er, tá ymsu londini lata síni stig. Vertirnir fara úr einum landi í annað, og spenningurin er í hásæti, tá tað frættist, hvussu londini hava styrkismett luttakararnar.

Fyri Danmark er tað finalisturin í fjør, Sissal, ið hevur fingið henda álitissessin.

- Eg skal vera í fullari mundering allan dagin, sigur Sissal í samrøðu við morgunsendingina. Hóast hon bara er á skíggjanum eitt lítið bil, er tað ein drúgv fyrireiking. Dagurin er halgaður til hesa uppgávuna.

 

Boðin til Wien

Sissal Jóhonnu Norðberg Niclasen stóð annars í boði at vera í Wien í sambandi við heimsins størstu tónleikakapping.

Eitt nú var hon biðin at framføra í Euro-village, har túsundtals eurovisionfjepparar koma saman.

- Tað kann eg uttan iva gera seinni, sigur Sissal, ið hevur góðar vónir um, at danska umboðið, Søren Torpegaard, fer at teljast millum tey fremstu tá avtornar.


Mynd: Ritzau/Scanpix

 

Sissal hevur javnan samband við danska sangaran um Facetime.

- Njót tað eru bestu ráðini, eg kann geva honum, sigur Sissal.

 

1812765

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602