Úttøka: Fótbóltskvinnurnar spæla fyri røkkstøkk-dystum

Úttøka: Fótbóltskvinnurnar spæla fyri røkkstøkk-dystum
Føroyska fótbóltslandsliðið hjá kvinnum spælir fyri at fáa røkkstøkk-dystir um pláss til HM-endaspælið í Brasil. Liðið til undankappingardystin ímóti Georgia er tikið út
Sanna Svarvadal sigur, at føroyingarnir savna seg um næsta dyst, men fara eftir 2. plássi og møguligum røkkstøkk-dystum
Mynd: fsf.fo  
 
21.05.2026 - 14:30

Venjarin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum hjá kvinnum, Pætur Smith Clementsen, kunngjørdi í dag hópin til síðsta HM-undankappingardystin í ár.

Føroyar vitja Georgia, sum tær vunnu tepurt á á heimavølli í apríl, og føroyingarnir spæla fyri sigrinum og 2. plássi í bólkinum aftanfyri Grikkaland. 

Eydnast tað, kann tað hava við sær, at Føroyar skal spæla røkkstøkk-dystir um pláss í HM-endaspælinum í Brasil næsta summar. Hetta er treyta av, at úrslitini í hinum bólkunum laga seg til fyrimuns fyri Føroyar.

 - Tað er bara tann næsti dysturin (sum vit savna okkum um, blaðm.). Tú skalt duga at vera í løtuni og njóta løtuna og ta góðu gongdina, sum er, men sjálvandi fara vit eftir tí. Vit vóna at koma víðari sum besti tvey'arin, og tað fara vit at leggja alla orku í at náa, segði Sanna Svarvadal.

Teresa Jacobsen hevur leikbann og Fridrikka Clementsen er skadd, og fyri tær hevur venjarin tikið Brá Zachariasardóttir úr HB og Helgu Mikkelsen úr NSÍ út í staðin.

 - Vit royna at hyggja at, hvussu dysturin kann útarta seg. Er tað ein dystur, sum fer at líkjast heimadystinum, har vit kunnu vera dominerandi á bóltinum, so ræður um at leggja upp á okkara spæl, so vit kunnu skapa fleiri stórar kjansir, segði Pætur Smith Clementsen.

Hinvegin verða spælararnir eisini fyrireikaðir upp á, at tað skjótt kann gerast ein dystur, har Føroyar skal verja meir enn í 1-0 sigrinum seinast.

Dysturin millum Georgia og Føroyar verður 5. juni.

 

Landsliðshópurin:

Málverjar
Gunnvá Lützen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ

Verjuspælarar
Julia Naomi Mortensen, HB
Rúna Jacobsen, HB
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Helga Mikkelsen, NSÍ
Mona Rasmusdóttir, Víkingur

Miðvallarspælarar
Sara Samson Shaki, HB
Súsanna Laksáfoss Godtfred, HB
Eyðvør Klakstein, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Anna Caroline Brændstrup, Gil Vicente (Portugal)
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)

Álopsspælarar
Brá Zakariasardóttir, HB
Sólja Ernstdóttir, KÍ
Heidi Sevdal, NSÍ

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730