Bíligari at koyra við bussi og toki í Svøríki

Bíligari at koyra við bussi og toki í Svøríki
Stjórnin boðar frá stórum stuðli til almennu ferðsluna, og prísurin á mánaðakortum lækkar niður í helvt
Nú verður bíligari at koyra í toki í Svøríki. (Savnsmynd: Dagens Industri)
 
26.05.2026 - 15:16

Tað skal vera bíligari at ferðast við bussi og toki, heldur enn at koyra við egnum bili.

Tað heldur svenska stjórnin, sum í dag boðar frá stórum, almennum stuðli til almennu ferðsluna í landinum.

Ítøkiliga verður prísurin á mánaðarkortum lækkaður niður í eina helvt. Harvið vil stjórnin lætta um hjá teimum, sum dagliga brúka bussar ella tok.

 

Oljuprísirnir orsøkin 

Orsøkin eru høgu oljuprísirnir í kjalarvørrinum av krígnum í Iran, sum leggja trýst á privatbúskapin hjá fólki.

- Vit kunnu ikki taka burtur allar avleiðingar av krígnum, men vit kunnu avmarka avleiðingarnar, sigur Ulf Kristersson, forsætisráðharri, við svenska kringvarpið.

Broytingin kemur í gildi 1. juli, og príslækkingin verður galdandi til á nýggjárinum.

Sambært stjórnin fer stuðulin til almennu ferðsluna í landinum at kosta umleið 6,5 milliardir svenskar krónur, tað eru smáar 4,5 milliardir í okkara peningi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980