Stjórnarsamráðingar: Trý norðuratlantisk umboð kunnu fáa lyklastøðu

Stjórnarsamráðingar: Trý norðuratlantisk umboð kunnu fáa lyklastøðu
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sigur, at teoretiskur møguleiki er fyri, at hann aftur gerst avgerandi fyri, at Mettte Frederiksen kann skipa stjórn
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, kann fáa lyklastøðu, nú stjórn verður skipað í Danmark.
 
29.05.2026 - 09:07

Tað er ikki óhugsandi, at trý norðuratlantisk umboð kunnu koma í eina lyklastøðu í royndini at skipa stjórn í Danmark.

Stjórnarsamráðingarnar halda fram, og í gjár vóru norðuratlantisku umboðini til fundar hjá Mette Frederiksen, sum roynir at fáa samgongu í lag um miðjuna og til vinstru. 

Sambært Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni fyri Javnaðarflokkin, er ein teoretiskur møguleiki fyri, at hann aftur gerst avgerandi fyri, at ein stjórn kann skipast við Mette Frederiksen sum forsætisráðharra: 

 

29052026_Sjurdur

 

Sjúrður Skaale hevði trý ynski við sær til fundin við Mette Frederiksen í gjár: 

- Danska stjórnin skal stuðla føroysku royndunum at fáa betri atgongd til ES-marknaðin

- Tingast skal um statslán til ein møguligan suðuroyartunnil

- Og tingast skal um samstarv um ein nýggjan samskiftiskaðal til Føroya.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342