- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu Føroyar gerast partur av einari djúphavsnámsvinnu?
Kopar, kobolt, mangan og onnur sjáldsom jarðevni kunnu gerast lykilin til grøna orkuskiftið komandi árini. Tí er áhugin fyri djúphavsnámi vaksin nógv kring heimin. Men samstundis ávara vísindafólk og umhvørvisfelagsskapir um, at vit framvegis vita ov lítið um avleiðingarnar av at fara eftir mineralum á havsins botni.
Spurningurin er eisini viðkomandi fyri Føroyar, tí í 2019 undirskrivaðu Føroyar, Danmark, Ísland og Norra eina avtalu um markið á landgrunninum í Norðuratlantshavi. Avtalan hevði við sær, at Føroyar fingu tillutað umleið 27.000 ferkilometrar av havbotni í einum øki, sum tilsamans fevnir um 111.500 ferkilometrar.
Norra funnið virðismikil jarðevni
Júst í økinum millum Jan Mayen og Svalbard hava norskar kanningar seinastu árini staðfest, at stórar nøgdir av virðismiklum mineralum eru at finna á havsins botni.
Talan er millum annað um kopar, sink, kobolt, mangan og onnur sjáldsom jarðevni, sum eru týdningarmikil í framleiðsluni av millum annað battaríum, vindmyllum, elbilum og aðrari grønari tøkni.
Talsfólk fyri djúphavsnámi halda, at heimurin fer at fáa tørv á nógv størri nøgdum av hesum ráevnum, um grøna orkuskiftið skal eydnast. Samstundis verður víst á, at nógv av hesum mineralunum í dag koma úr londum sum Kina, og tí hevur vesturheimurin áhuga í at tryggja sær sínar egnar veitingarkeldur.
Ætlanir steðgaðar
Norra var eitt av fyrstu londunum í heiminum, sum fór undir arbeiðið at lata upp fyri vinnuligum djúphavsnámi, men í desember 2025 avgjørdi norska stjórnin at steðga øllum ætlanum um djúphavsnámi fram til í minsta lagi 2029.
Avgerðin kom eftir politiskt trýst og vaksandi stúran fyri teimum møguligu umhvørvisligu avleiðingunum av einari tílíkari vinnu.
Fyrsta loyvisumfarið, sum skuldi geva fyritøkum møguleika at kanna víðari og útvinna mineral, varð tí útsett.
Vísindafólk ávara
Djúphavsnám snýr seg um at vinna mineral úr havbotninum á dýpum millum 200 og 6.500 metrar.
Talan kann vera um mangan-knútar, koboltríkar skorpur ella mineralrík øki kring hydrotermiskar keldur á havsins botni.
Men enn vita vit ov lítið um lívið á hesum dýpum.
Á einari ráðstevnu um Arktis, sum hevur verið hildin við Tjarnir hesa vikuna, varð víst á, at arktisk havøki longu eru undir trýsti frá veðurlagsbroytingum og øktum menniskjaligum virksemi.
Vísindaligar kanningar benda á, at djúphavsnám kann hava víðfevndar avleiðingar fyri lívmargfeldi, fiskivinnu og matvørutrygd. Eisini er ótti fyri, at órógv í havbotninum kann ávirka kolevnisgoymslur og soleiðis hava ávirkan á veðurlagið.
Føroyar bundnar av danskari avtalu
Hóast Føroyar hava fingið tillutað rættindi til eitt stórt øki á landgrunninum, er ein týðandi forðing.
Danska ríkið hevur skrivað undir eina altjóða avtalu, sum leggur upp til, at eingin útvinnan av mineralum á havsins botni verður framd, fyrr enn vísindaliga grundarlagið er nógv sterkari.
Men samstundis sum lond sum eitt nú Norra og USA halda fram við at kanna møguleikarnar fyri djúphavsnámi, heldur kjakið um framtíðar gagnnýtslu av tilfeinginum á havsins botni fram.

























