- Tíðindi, mentan og ítróttur
Læknar uttan landamørk ávara um ebola-smittuna í Kongo

Neyðhjálparfelagsskapurin Læknar uttan landamørk ávarar um, at ebola-smittan breiðir seg við rúkandi ferð í Kongo.
Ongantíð áður er so nógv smitta skrásett upp á so stutta tíð, eftir at hon tók seg upp fyri stívliga tveimum vikum síðani.
Mett verður at fleiri enn 1000 fólk eru smittað og í minsta lagi 223 eru deyð av sjúkuni.
Í grannalandinum Uganda hevur sjúkan kravt eitt mannalív og níggju ebola-tilburðir eru staðfestir.
Neyðhjálparfelagsskapurin sigur, at tamarhald ikki er á ebola-smittuni í Kongo.
- Veruleikin er, at eingin veit, hvussu umfatandi hetta er. Hvønn dag fáa vit fráboðanir um nýggjar sjúklingar, har illgruni er um ebola og royndir í hundraðtali eru ikki kannaðar enn, sigur felagsskapurin við BBC.




























