Norðurlendskar matstovur fáa Michelin-stjørnur í dag

Norðurlendskar matstovur fáa Michelin-stjørnur í dag
Í fjør fekk matstovan PAZ tvær Michelin-stjørnur
Poul Andrias Ziska.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
01.06.2026 - 15:43

Í dag fæst at vita, um føroyska matstovan PAZ hjá Poul Andrias Ziska varðveitir sínar báðar Michelin-stjørnur, sum matstovan fekk í fjør.

Klokkan fimm seinnapartin verður tiltak í Tivoli í Keypmannahavn, har ársins Michelin-stjørnur verða lætnar til matstovur í Norðurlondum.

Sambært Michelin-leiðbeiningini, so verða stjørnurnar lætnar soleiðis:

1 stjørna: Ein serstakliga góð matstova í sínum flokki. 

2 stjørnur: Fantastiskur matur, sum er verdur at koyra ein umveg fyri. 

3 stjørnur: Einastandandi kulinarisk list, sum er verd at ferðast til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541