Ísraelski herurin biður fólk rýma, áðrenn lopið verður á Libanon

Ísraelski herurin biður fólk rýma, áðrenn lopið verður á Libanon
Almenni, libanski miðilin, NNA, skrivar, at Tyrus skal vera álopin úr luftini
Tað er ikki fyrstu ferð, at Ísrael loypur á Tyrus í Libanon. Henda myndin er frá oktober 2024.
Mynd: Al Jazeera  
 
09.06.2026 - 13:27

Ísraelski herurin, IDF, heitir í dag á fólk í libanska býnum, Tyrus, um at flyta burtur, áðrenn býurin er fyri møguligum álopum.

Tað skrivar Ritzau tíðindastovan, sum endurgevur AFP-tíðindastovuna.

- Bráðávaring til allar íbúgvar í Tyrus, teirra millum fólk í kristnu økjunum og legum, og økjum nærhendis teimum, skrivar Avichay Adraee, sum er talsmaður hjá IDF, á miðlinum, X.

Herurin mælir fólki til, alt fyri eitt at fara heiman, og at fara norðurum ánna, Zahrani. 

Almenni, libanski miðilin, NNA, skrivar, at Tyrus skal vera álopin úr luftini.

Vanligt er, at Ísrael heitir á fólk í Libanon um at fara burtur, tá álop úr Ísrael eru í umbúna.

Iran leyp sunnudagin á Israel, afturfyri at Ísrael leyp á Beirut.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598