Trygdarætlan skal altíð vera á byggiplássum

Trygdarætlan skal altíð vera á byggiplássum
Spurningurin er, hvør hevur evstu ábyrgd av íbúðarbyggingini á Hamrinum á Argjum
Leiguíbúðirnar, sum LÍV byggir á Argjum.
10.06.2026 - 08:42

Ein byggiharri skal síggja til, at HTU-ætlan altíð er tøk hjá starvsfólkum á plássinum, at hon verður regluliga dagførd, og at hon verður nýtt til trygdararbeiðið á byggiplássinum.

Tað eru treytirnar hjá arbeiðseftirlitinum um innrætting av byggiplássum, sum øll størri arbeiðspláss skulu halda seg til. 

So er spurningurin hvør, ið hevur evstu ábyrgd av byggingini á Hamrinum á Argjum?

Tað er LÍV Fastogn sum byggir, men tá ið Dagur og Vika spurdu stjóran í LÍV um viðmerking til arbeiðstrygdina á byggiplássinum, so vísti hann til Jóan Petur Vang, sum stendur fyri byggiarbeiðnum. 

Hinvegin er Tryggingarfelagið LÍV ein av stóru pengakassunum í føroyska samfelagnum. Stóru penganøgdirnar hava í mong ár verið settar í útlendskar íløgur, men seinnu árini er tryggingarfelagið farið undir at seta pengarnar í íbúðir og aðra fastogn í Føroyum. 

Sí innslag í Degi og Viku og samrøðu við Jan Jakobsen, stjóra í LÍV, sum var gestur í sjónvarpsstovuni.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329