Nýggj semingsroynd millum KAF og Heilsuhjálparafelagið

Nýggj semingsroynd millum KAF og Heilsuhjálparafelagið
Semingsstovnurin hevur boðað pørtunum til fundar fyrrapartin
Fundurin við semingsmenninar eru í hølunum hjá Semingsstovninum.
 
11.06.2026 - 09:47

Nú klokkan tíggju fara Kommunala arbeiðsgevarafelagið, KAF, og Heilsuhjálparafelagið á fund hjá Semingsstovninum.

Terje Sigurðsson, KAF og Heilsuhjálpararnir vóru á fundi hjá Semingsstovninum fyrradagin, og eftir tann fundin fóru tey hvør til sítt at kanna ymisk viðurskifti.

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, segði í stuttari viðmerking, áðrenn hon fór á fund, at hon síðani fyrradagin hevur greinað nøkur tøl, og tí hevur hon okkurt nýtt við á fundin í dag.

 

Vrakaðu semingsuppskotið

Gamli sátmálin gekk út 1. oktober í fjør, og partarnir hava samráðst í fleiri umførum. M.a. varð ein semingsroynd gjørd fyri tveimum vikum síðan, sum endaði við, at báðir partar vrakaðu semingsuppskotið.

Tá segði Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, at semingsuppskotið gav teimum ov lítið. Per Martin Gregersen, formaður í KAF, segði hinvegin, at semingsuppskotið var ov dýrt fyri tey. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV