Palestina: Tjóðartingsval í ár og forsetaval næsta ár

Palestina: Tjóðartingsval í ár og forsetaval næsta ár
Forsetaval hevur ikki verið í palestinsku økjunum síðani 2005
Forsetin í Palestina, Mahmoud Abbas, er 90 ára gamal. Nú sigur hann, at forsetaval verður næsta ár.
Mynd: Wafa News Agency  
 
16.06.2026 - 13:08

Palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, sigur, at tjóðartingsval verður í Palestina í ár og forsetaval næsta ár.

Tað skrivar tíðindastovan, Wafa.

Forsetaval hevur ikki verið í palestinsku økjunum síðani 2005. 

90 ára gamli Abbas hevur eisini fyrr boðað frá, at val verður, áðrenn tað var útsett í óásetta tíð.

Í 2021 var valið útsett orsakað av vantandi trygd fyri, at palestinar í ísraelskt hersetta Eysturjerusalem sluppu á val.

 

Vil hava val 1. november

Sambært Wafa vil Mahmoud Abbas nú hava val 1. november í ár til palestinska tjóðarráðið. Í ráðnum eru umboð úr bæði palestinsku økjunum og úr útlondum.

Ætlanin er samstundis at skipa val til palestinska tingið, sum bert verður mannað við umboðum úr palestinsku økjunum.

Seinast, val var hildið til lóggávutingið, var í 2006, og tá vann islamistiska rørslan, Hamas. 

Síðani 2007, tá Hamas tók valdið á Gazageiranum, hevur lóggávutingið ikki virkað.

Hóast 90 ára gamal, var Abbas í farna mánaði afturvaldur sum leiðari fyri flokkin hjá sær, Fatah. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742