Ungarski forsætisráðharrin vil hava forsetan frá

Ungarski forsætisráðharrin vil hava forsetan frá
Peter Magyar sigur, at forsetin virkar framvegis sum stuðul hjá undanfarnu stjórnini, har Viktor Orban var forsætisráðharri
Tamás Sulyok, forseti í Ungarn. Nýggi forsætisráðharrin, Peter Magyar, vil hava hann frá.
 
23.06.2026 - 08:11

Ungarski forsætisráðharrin, Peter Magyar, sigur, at stjórnin fer at tryggja, at konservativi forsetin í landinum leggur frá sær við at broyta grundlógina.

Av røðarapallinum í tjóðartinginum boðaði hann í gjár frá, at stjórnin fer at brúka lógina til at sleppa av við Tamás Sulyok, forseta, og at uppskot um at broyta grundlógina verður lagt fram í heyst.

Sulyok hevur verið forseti í Ungarn síðani mars 2024, við stuðli frá táverandi forsætisráðharranum, Viktor Orban, og flokki hansara Fidesz.

 


Peter Magyar, forsætisráðharri. (Mynd: Bernadett Szabo/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Savnar ikki tjóðina

Magyar heldur, at Sulyok ikki savnar tjóðina, men framvegis virkar sum stuðul hjá undanfarnu stjórn. Tí krevur hann, at forsetin leggur frá sær.

Men Sulyok sýtir fyri at leggja frá sær..

Ungarski forsetin hevur í høvuðsheitinum ein umboðandi leiklut, men hann hevur eisini heimild at senda lógir aftur í tjóðartingið til nýggja viðgerð, ella kæra tær til grundlógardómstólin. 

Hetta kann møguliga seinka ella forða fyri nýskipanini hjá Magyar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980