Dagstovnalógin: Greitt ábyrgdarbýti millum kommunur og land

Dagstovnalógin: Greitt ábyrgdarbýti millum kommunur og land
Kommunur skulu hava ábyrgdina av námsfrøðiligu ráðgevingini, og landið skal veita sernámsfrøðiliga ráðgeving til børn við serligum ella samansettum tørvi
Dagstovnalógin skal broytast, og greitt ábyrgdarbýti skal vera millum land og kommunur, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum.
 
24.06.2026 - 07:48

Nú dagstovnalógin skal broytast, ætlar landsstýrið at fáa greitt ábyrgdarbýti millum kommunur og land.

Sambært uppskotinum skulu kommunurnar hava ábyrgd av námsfrøðiligu ráðgevingini.

Landið skal veita sernámsfrøðiliga ráðgeving til børn við serligum ella samansettum tørvi.

Eisini verður skotið upp at gera samstarvsnevnd fyri dagstovnaøkið við umboðum fyri land og  kommunur og eitt fakligt dagstovnaráð, sum skal ráðgeva samstarvsnevndini.

Og landsstýrisfólkið skal fáa heimild at áseta nærri reglur um samskipan, samstarv, upplýsingargongd    og ábyrgdarbýti millum námsfrøðiligu og sernámsfrøðiligu ráðgevingina.  

 

Sernám og Undirvísingarstýrið løgd saman

Tað sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, í svari til Liljuna Weihe, løgtingskvinnu. 

Hon spurdi, hvørja ávirkan tað fær á dagstovnaøkið, nú Sernám og Undirvísingarstýrið verða løgd saman.

Landsstýrismaðurin svarar, at arbeitt verður við menningarátøkum, sum skulu tryggja, at gott samband er millum virkisøkini og Sernám. 

Dagstovnaøkið er við í hesum arbeiðinum og fer eisini at fáa gagn av tí.

Arbeitt verður við at styrkja formliga sambandið millum dagstovnaøkið og útbúgvingarverkið við at ein menningareind er skipað í Námi, og ein samstarvsnevnd verður sett millum land og kommunur, sigur Bárður á Lakjuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715