Torusláttur setti sín dám á Roskilde Festival

Torusláttur setti sín dám á Roskilde Festival
Hættisliga veðrið við vindi og torusláttri í Danmark hevur eisini merkt Roskilde Festivalin, sum í gjár bleiv skotin í gongd
Katrin Johannesen (til vinstru) hevur merkt til illveður og toruslátt á Roskilde Fetsivalinum. Tó kagaði sólin fram seinni á degnum, og hitin kom upp á tretivu hitastig
Mynd: privatmynd  
 
28.06.2026 - 19:18

- Vit máttu øll fara upp um fimm-tíðina í morgun at spenna teltið fast og flyta lutir, sum stóðu frammi, so einki fór á flog.

Tað sigur Katrin Johannesen, tíðindakvinna og gestur á Roskilde Festivalinum.

Roskilde Festivalurin varð skotin í gongd í gjár, um somu tíð sum ógvusligt illveður hevur herjað í Danmark. 

Og tað hava festivalgestirnir á staðnum merkt.

Í gjár hoyrdist toruslátturin, men hann tóktiskt ikki at vera nær, sigur Katrin Johannesen. 

Tó var annað lív í morgun, tá gestir vaknaðu av einum ógvusligum braki og nógvum vindi.

Ógvusliga veðrið tykist tó ikki at hava elvt til, at fólk eru farin heim aftur av festivalinum.

- Her eru fólk allastaðni, so tað virkar sum, at tey flestu halda, at nú er hetta yvirstaðið. Nú eru fólk klár aftur. 

Og við 30 hitastigum er veðrið eisini blivið fragari - um tú altso dámar hita. Og eftir øllum at døma fer illveðrið ikki at halda á í sama mun, sum tað hevur víst seg seinastu dagarnar.

- Restina av tíðini fer tað at vera eitt sindur mildari. Ikki líka heitt og heldur ikki líka nógvur torusláttur, sigur Katrin Johannesen.

 

Hoyr innslagið niðanfyri:

1819955
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040