Flyta pengar frá Heilsutrygd til TAKS at krevja heilsutrygdargjald

Flyta pengar frá Heilsutrygd til TAKS at krevja heilsutrygdargjald
Ein lógarbroyting er á veg, sum ger, at Heilsutrygd ikki longur skal gjalda TAKS fyri at krevja heilsutrygdargjaldið
Við lógarbroytingini verður hetta broytt, so TAKS umframt innkrevjingina hevur ábyrgdina.
 
30.06.2026 - 08:04

Á nýggjárinum verða tvær milliónir krónur fluttar frá Heilsutrygd til TAKS. 

Ein lógarbroyting er á veg, sum ger, at Heilsutrygd ikki longur skal gjalda TAKS fyri at krevja heilsutrygdargjaldið.

Galdandi lóg sigur, at TAKS krevur heilsutrygdargjaldið, men Heilsutrygd rindar TAKS fyri tað.

Við lógarbroytingini verður hetta broytt, so TAKS umframt innkrevjingina hevur ábyrgdina.

Stjórin á Heilsutrygd hevur ikki atgongd til inntøkujáttan og skrásetingar í búskaparskipan landsins um heilsutrygdargjaldið.

Vald og gjald fylgjast tí ikki.

Tað fara tey at gera, tá TAKS tekur við á nýggjárinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329