- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tryggingareftirlitið: Føroysk lívstryggingarfeløg nógv minni avkast

Avkastið hjá føroyskum lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum er nógv minni, enn hjá donskum lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum.
Meðan árliga avkastið í Føroyum er 3,2 prosent, er avkastið í Danmark 6,8 prosent
Tað vísti ein kanning, sum Tryggingareftirlitið almannakunngjørdi í 2024.
Í kanningini var íløguavkastið hjá lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum í Føroyum og Danmark samanborið fyri árini 2019-2023.
Kanningin vísti, at danir í miðal fáa meir enn tvífalt so nógv burturúr samanborið við tað, sum føroyingar fáa burturúr.
Millum 3,2 og 3,5 prosent
Tølini eru á leið tey somu hjá teimum føroysku lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum, LÍV, Betri pensjón og hjá Lívsverki. Tey liggja millum 3,2 og 3,5 prosent.
Íløguavkastið hevur sera stóran týdning fyri støddina á eftirlønarsamansparingini í longdini. Tryggingareftirlitð vísir á eitt dømi um ein eftirlønarsamansparara, ið tjenar 30.000 krónur um mánaðin, og rindar 15 prosent í eftirløn.
Eitt árligt íløguavkast á 3,2 prosent í miðal hevði givið eitt samanspart virði uppá umleið 2,6 milliónir krónur aftaná 40 ár. Um íløguavkastið hevði verið 6,8 prosent, sum tað er í Danmark, hevði samansparda virðið í staðin verið umleið 6,7 mió.kr., sum er meira enn tvífalt so stórt.
Tryggingareftirlitið hevur ikki gjørt nakra nýggja kanning, men ætlanin er at gera eina í heyst.




























