Samdur arbeiðsbólkur mælti til at varðveita bygnaðin í Landsverki

Samdur arbeiðsbólkur mælti til at varðveita bygnaðin í Landsverki
Bólkurin mælti frá at flyta uppgávuna til einstøku stjórnarráðini
Arbeiðsbólkurin mælti til at varðveita verandi bygnað við Landsverki sum byggiharra, men at gera viðkomandi broytingar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.07.2026 - 12:20

Í apríl 2023 fekk Aksel V. Johannesen, táverandi løgmaður, undirtøku fyri at seta ein arbeiðsbólk at eftirmeta skipanina við almennum byggiverkætlanum.

Bólkurin skuldi yvirskipað lýsa fyrimunir og vansar við verandi skipan, ella gera uppskot um broytingar í skipanini.

Í arbeiðsbólkinum vóru John Rajani, løgmansstjóri, Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðum, Elin Mortensen, aðalstjóri í Fiski- og samferðslumálum, og Rakul Svabo Róadóttir, fulltrúi á Løgmansskrivstovuni (skrivari).

 


Aksel V. Johannesen var løgmaður, tá arbeiðsbólkurin var settur. 

 

Tríggir møguleikar

Tríggir møguleikar vórðu viðgjørdir.

Møguleiki 1 var táverandi skipan við dagføringum. Tað vil siga, at einstøku stjórnarráðini skuldu hava ábyrgd av verkætlanini, biðja løgtingið um fígging og hava Landsverk sum byggiharra

Møguleiki 2 var, at ábyrgdin skuldi aftur til einstøku stjórnarráðini. Fyrimunurin við hesum var greitt arbeiðsbýti. Landsstýrisfólkið, ið stendur fyri byggingini, hevur fíggjarliga og fakliga ábyrgd av verkætlanini.

Møguleiki 3 var, at eitt stjórnarráð hevði ábyrgd av allari byggingini. Ráðið skuldi so hava ein undirliggjandi stovn við sterkari fakligari vitan innan byggiharraráðgeving. Tá ið bygningurin so var liðugur, skuldi bygningurin latast til ein annan stovn ella stjórnarráð.

14 partar umboðandi almennar stovnar og privatar fyritøkur, sum so ella so hava havt stórar og lítlar byggiverkætlanir, vóru innboðin hoyringarpartar.

Ilt er at gera nakra yvirskipaða niðurstøðu um hoyringssvarini annað enn, at eingin undirtøka er fyri møguleika 3, sum er, at eitt stjórnarráð hevur byggingina um hendi.

 


Marjun Weihe Thomassen er stjóri í Landsverki. (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Varðveita skipanina

Arbeiðsbólkurin gjørdi so niðurstøðu og tilmæli, sum var at varðveita verandi skipan við Landsverki sum byggiharra, og at gera viðkomandi broytingar í Landsverki. Fyrimunurin skuldi vera, at mann varðveitir serfrøðina og systemvitanina í einum stovni og einari byggifunktión.

Mælt var til, at bygnaðurin hjá Landsverki skuldi vera einfaldari, og skuldi skipast og fokuserast á trý øki; fíggjarstýring, verkætlanarleiðslu og sáttmálar.

Arbeiðsbólkurin viðurkendi atfinningar, sum høvdu verið móti Landsverki seinastu árini, men vísti á, at Landsverk hevði broytt mannagongdir, styrkt ávísar funktiónir í byggiharraleiklutinum og sum heild styrkt bygnaðin seinastu árini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650