- Tíðindi, mentan og ítróttur
Iran og USA leypa aftur á mál hjá hvørjum øðrum

Iranska kollveltingarhirðin sigur, at hon hevur rakt 85 mál, sum hava tilknýti til amerikanska herin í Bahrein og Kuvait.
Tað skrivar Reuters-tíðindastovan.
Boðini komu, eftir at loftverjan í Kuvait tíðliga í morgun boðaði frá, at hon roynir at verja fyri rakett- og dronuálopum frá fíggindum.
Amerikanska miðfyrisitingin, CENTCOM, sigur, at tey hava í nátt rakt yvir 80 mál í seinasta álopinum á Iran.
- Amerikanskar herdeildir lupu á iranskar loftverjuskipanir, skipanar- og stýrisnetverk, radarastøðir, rakettskipanir, og á fleiri enn 60 smábátar, sum iranska kollveltingarhirðin eigur í, og nærhendis Hormuzsundinum, skrivar CENTCOM á X tíðliga í morgun.
Hetta varð gjørt fyri at gera førleikan hjá Iran veikari at halda fram við álopum á altjóða handil, sum ferðast gjøgnum týdningarmikla sundið, stendur víðari.
Mark Rutte, Nato-aðalskrivari. (Mynd: Jonathan Ernst/Reuters/Ritzau Scanpix)
Rutte verjir amerikonsku álopini
Nato-aðalskrivarin Mark Rutte hevur í morgun tosað við fjølmiðlar í Ankara í sambandi við Nato-toppfundin, sum er í Turkalandi.
Hann sigur, at amerikonsku álopini á Iran vóru neyðug:
- Tá ið vápnahvíld er í gildi, og Iran í roynd og veru brýtur hana, haldi eg, at tað er avgerandi, at USA svarar aftur við hørðum, segði Mark Rutte.
Ovasta herleiðslan í Iran ávarar um eitt knúsandi aftursvar til amerikonsku álopini á mál har suðuri í landinum.
Iran ávarar samstundis USA um at leggja seg út í eftirlitið við týdningarmikla Hormuzsundinum, skrivar Reuters.

























