Nýggja oljufelagið skal lata gassolju til landsins bygningar

Nýggja oljufelagið skal lata gassolju til landsins bygningar
Landsverk hevur gjørt sáttmála við smápartafelagið Thomsen
Marjun W. Thomassen, stjóri í Landsverki, og Tórhallur Thomsen, stjóri í Sp/f Thomsen.
Mynd: Landsverk  
 
09.07.2026 - 11:53

Nýggja oljufelagið Smápartafelagið Thomsen skal veita gassolju til landsins bygningar, asfaltverkið og bitumengoymsluna hjá Landsverki.

Talan er um 1,5 milliónir litrar av gassolju um árið, men nøgdirnar fara væntandi at minka, so hvørt lagt verður um til grøna orku. 

Trý tilboð komu, og smápartafelagið Thomsen hevði lægsta boðið.

Landsverk hevur skrivað undir sáttmála við Thomsen, men hann er treytaður av ISO-góðkenning. 

Landsverk sigur, at endamálið við útboðnum er at tryggja, at landið kann fáa sum mest fyri skattgjaldarans pening, umframt at tað eisini verður nýtt sum liður í verkætlanini Orkutøk, sum hava til endamáls bæði at minka um orkutørv og flyta okkum til grønar loysnir av orkutørvinum hjá landsins bygningum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952