Noreg seldi fisk fyri 66 mia. kr. í fjør

Noreg seldi fisk fyri 66 mia. kr. í fjør
Fiskaútflutningurin setti met, og tað er serliga eftirspurningurin eftir laksi, sum er nógv vaksin
 
06.01.2014 - 15:17

Noreg útflutti fiskavørur fyri 61 milliardir kr. í fjør, og tað er met.

Besta árið frammanundan var í 2010, tá Noreg útflutti fiskavørur fyri 53,8 milliardir kr. Størsta orsøkin er stóri eftirspurningurin eftir laksi, og tað hevur fingið prísin at hækka.

Sambært norsku útflutningsvinnuni var miðalprísurin fyri norskan laks slakar 40 norskar krónur fyri kg í fjør, og tað vóru 44 prosent hægri enn árið fyri.Ongantíð fyrr hevur Noreg útflutt so nógv av toski sum í fjør. Útlfutiningurin vaks meiri enn eina helvt, og prísurin var 19 prosent hægri enn árið fyri.

ES størsti keypari

Tað vóru serliga Svøríki og Bretland sum keyptu nógvan feskan tosk í fjør.

Russland er ein týdningarmikil keypari av norskum fiskavørum. Útflutningurin til Russlands í fjør var fyri 6,6 milliardir kr., og tað eru 10 prosent meiri enn árið fyri. ES keypir mest fisk úr Noregi. Í fjør fóru 59 prosent av útflutninginum til ES-londini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454