Mugu byggja tættari og hægri í Havn

Mugu byggja tættari og hægri í Havn
3.000 bústaðir skulu byggjast aftrat fyri 2032, men kommunan er støðugt í tvístøðu um lendisnýtsluna
Við at byggja tættari og hægri verður minni lendi tikið til bygging.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.07.2026 - 08:40

Komið er at mørkum við lendisnýtslu í Tórshavnar kommunu, og byggjast má tí tættari og hægri

Tað segði Birita Wardum, býararkitektur, í 2. parti í útvarpsrøðini ”Oyggjar undir trýsti”

Sambært kommunuætlanini hjá Tórshavnar kommunu frá 2020 skulu 3.000 bústaðir byggjast aftrat í kommununi fyri 2032.

 


Birita Wardum.

 

Kommunan er komin í helvt við hesi ætlan, men hon er støðugt í tvístøðu um lendisnýtsluna.

Birita Wardum, býararkitektur, sigur, at kommunan nú má byggja tættari og hægri enn fyrr, tí lendið er avmarkað:

 

14072026_Birita_Wardum

 

Spurd, um býartætting ikki hevur við sær, at virðismikil grøn øki hvørva í býnum, svaraði hon, at talan er um val millum pest og kolera.

Annaðhvørt verður bygt tættari inni í býnum, ella má meira hagalendi takast. Við at byggja tættari og hægri verður minni lendi tikið til bygging.

Fyrstu sendingarnar í røðini 'Oyggjar undir trýsti' liggja á heimasíðu okkara.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744