MSC fer ikki at halda mentan og siðaarv vera nóg góða grundgeving

MSC fer ikki at halda mentan og siðaarv vera nóg góða grundgeving
MSC-góðkenning er treytað av, at ICES eftirmetir og góðkennir umsitingarætlanina
Durita í Grótinum er stjóri í Faroe Islands Sustainable Fisheries.
 
17.07.2026 - 09:53

Durita í Grótinum, stjórin í Faroe Islands Sustainable Fisheries væntar ikki, at ICES og MSC halda mentan og siðaarv vera góðar grundgevingar fyri at ganga ímóti umsitingarætlanini fyri okkara fiskiskap.

Tað sigur hon, nú Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, hevur gjørt greitt, at hann stendur fast við sína ætlan um at lata útróðrarbátunum í bólki 5B fleiri fiskidagar.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at atlitið at verju av føroyskari mentan og siðaarvi vigar nógv í grundgevingunum.

 


Bárður á Steig Nielsen. 

 

Royna at fáa ICES at góðkenna umsitingarætlanina

FISF varðar av MSC-góðkenningini av millum annað upsanum, og har arbeiða tey av dýrastu makt fyri at fáa altjóða havgranskingarfelagsskapin, ICES, at góðkenna umsitingarætlanina, sum føroyska fiskiveiðan verður stýrd eftir. 

MSC-góðkenningin er treytað av, at ICES eftirmetir og góðkennir umsitingarætlanina. 

Vónir eru um, at eftirmetingin verður liðug í heyst, og at umsitingarætlan verður góðkend, men Durita í Grótinum væntar ikki, at grundgevingarnar hjá landsstýrismanninum um mentan og siðaarv hjálpa til við at sannføra ICES.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

17072026_Durita

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659