- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump: Grønland eigur at gerast amerikanskt áðrenn 2029

Tað er ongin loyna, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur stóran áhuga í at yvirtaka Grønland. Hóast sera nógvar atfinningar frá fleiri londum, serliga frá NATO-limalondum, er áhugin enn eins stórur og heldur veksandi.
Í einari samrøðu við amerikonsku útvarpsrásina Real America's Voice sigur Trump, at hann væntar, at ein amerikonsk yvirtøka av Grønlandi kann verða veruleiki, áðrenn hann fer úr embæti sínum í januar 2029.
Undir samrøðuni gjørdi Donald Trump greitt, at Grønland hevur størri týdning fyri Amerika, heldur enn Danmark, og at amerikonsk verja betur fær vart Grønland í politiskum og hernaðarligum stríði.
Verturin í amerikonsku sendingini, Steve Gruber, segði í sendingini, at hann hevur áður veddað um eina yvirtøku av Grønlandi, meðan Donald Trump framvegis er forseti.
- Tú vinnur, um tú veddaði tað, svaraði Trump í sendingini.
Undir samrøðuni fortelur forsetin tó ikki, hvat hann meinar við, tá hann eggjar vertinum at gjøgnumføra eitt veddimál um eina tilbúnaða yvirtøku. Soleiðis nýtir Donald Trump mangan ávísar sosialar miðlar til at gera óembætisligar fráboðanir, har hann fær stuðul frá viðhaldsfólki, uttan at greiða nærri frá.
Sama dag, sum henda útvarpssending kom út, deildi Donald Trump eina mynd á egna miðli, Truth Social, eina mynd av tí, ið minnir um eina grønlendska bygd, við stórari mynd av sær sjálvum handan stór fjøll og eitt stórt "Hello, Greenland" ovast.
Tað er bert ein mánaði síðani, at Donald Trump, eftir ein Nato-fund í Ankara, endurtók sín stóra áhuga fyri at yvirtaka Grønland, og Nato hevur eisini verið fyri atfinningum, fyri ikki at siga frá, tá Trump hóttir eitt annað limaland soleiðis. Undir Nato-fundinum í juni spurdi danski tíðindamaðurin fyri Ritzau, Rasmus Svaneborg, Mark Rutte, aðalskrivara í Nato, um hann kendi seg sjálvan aftur, tá hann bert situr og lurtar, meðan Donald Trump háðar Grønland og Nato sum heild.
Danmark stuðlar Grønlandi móti Donald Trump
Síðan 1951 hava Danmark og USA havt eina verjuavtalu um Grønland. Avtalan gevur USA rætt til hernaðarvirksemi í Grønlandi og hevur verið grundarlagið undir amerikonsku hernaðarhjáveruni á Pituffik-herstøðini.
Men seinastu árini er kjakið tó flutt frá bert at snúgva seg um verjusamstarv til eisini at fevna um geopolitikk, trygd og amerikanska áhugan í at fáa størri ávirkan í Grønlandi.
Útsøgnin í amerikonsku útvarpsrásini og myndin á Truth Social leiddi til bakdrátt frá Grønlandi og Danmark. Mette Frederiksen skrivaði m.a. á Facebook, at hon stendur saman við Jens-Frederik Nielsen, grønlendskur landsstýrisformaður, tá tey vera møtt við skilaleysum krøvum úttanhýsis.
- Tá hann verður møttur við órímiligum krøvum, stendur hann stinnur. Og tað ger Danmark eisini. Grønland er ogn hjá grønlendingum. Ongum øðrum. Okkara samstarv og felagsskapur stendur sterkt.


























