Tjørnuvíkartunnilin næstur í røðini - óvist hvør skal gera hann

Tjørnuvíkartunnilin næstur í røðini - óvist hvør skal gera hann
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at avgerðin verður tikin í sambandi við fíggjarlógina í heyst
Støða er ikki tikin til, hvussu farast skal fram við arbeiðnum upp á tunnilin til Tjørnuvíkar.
Mynd: Landsverk  
 
17.08.2026 - 13:01

Tjørnuvíkartunnilin er framvegis næstur í røðini, nú Dalstunnilin er liðugur.

Men enn er ikki avgjørt, hvussu tunnilin skal gerast, og nær arbeiðið kann byrja.

Landstýrismaðurin í samferðslumálum avgjørdi fyrr í ár at niðurleggja verkætlanardeildina hjá Landsverki.

 


Tunnilsliðið hjá Landsverki gjørdi Dalstunnilin, men óvist er um tunnilstoymið fer at gera tunnilin til Tjørnuvíkar, sum ætlanin annars hevur verið

 

Ætlanin var, at  tunnilsliðið hjá Landsverki skuldi halda fram úr Dalstunlinum til Tjørnuvíkar.

Men í løtuni er óvist, hvør skal gera Tjørnuvíkartunniln.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at avgerðin verður tikin í sambandi við fíggjarlógina í heyst.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

17082026_Tjornuvikartunnil

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334