Turkar raðfesta ikki ES-limaskap

Turkar raðfesta ikki ES-limaskap
Steðgur hevur verið í samráðingunum seinastu árini, tí ES heldur, at Turkaland førkar seg burtur frá virðunum, sum ES stendur fyri
Erdogan, forseti í Turkalandi, sigur, at fær Turkaland ikki limaskap í ES, verður ES taparin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
18.08.2026 - 08:31

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, sigur við Al Jazeera, at turkiskur limaskapur í ES verður ikki raðfestur høgt.

Tað hava fyrr verið samráðingar millum ES og Turkaland um limaskap, men steðgur hevur verið í samráðingunum síðani 2018, fyrst og fremst tí ES metir, at Turkaland hevur førkað seg meira burtur frá teimum virðunum, sum ES stendur fyri.

 

Kvettroynd

Ein miseydnað kvettroynd í 2016, sum endaði við, at Erdogan fór harðliga fram móti andstøðuni, gjørdi eisini sítt til at tarna samráðingunum tá.

Erdogan sigur við Al Jazeera, at turkiska stjórnin hevur kortini hurðina á gloppi fyri ES-limaskapi, men leggur aftrat, at vil ES ikki hava Turkaland sum lim, verður ES taparin.

Turkaland er limur í NATO, og hevur størsta her í NATO eftir USA. Turkaland hevur eisini herfyri gjørt eina felags verjuavtalu við Saudiarabia og Pakistan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527