Íslendskur ráðharri: Fyrimunur at vera limur í altjóða felagsskapum

Íslendskur ráðharri: Fyrimunur at vera limur í altjóða felagsskapum
Nú fólkaatkvøða verður, um Ísland skal taka samráðingarnar við ES uppaftur, sigur fíggjarmálaráðharrin, at Ísland fer ikki at lata ræðið á fiskivinnuni frá sær
Daði Már Kristóffersson er fíggjarmálaráðharri í Íslandi og professari í fiskivinnubúskapi.
 
18.08.2026 - 13:51

- Tað hevur altíð verið ein fyrimunur hjá Íslandi at gerast limur í altjóða felagsskapum. 

Tað sigur Daði Már Kristófersson, íslendskur fíggjarmálaráðhárri, sum í løtuni er á fiskivinnuráðstevnu í Føroyum.

29. august fara íslendingar á fólkaatkvøðu, har støða skal takast til, um Ísland skal taka samráðingarnar við ES um limaskap uppaftur.

Daði Már Kristóffersson, sum eisini er professari í fiskivinnubúskapi, stúrir ikki fyri fiskivinnulóggávuni hjá ES, men hann ger samstundis greitt, at Ísland fer ikki at lata ræðið á fiskivinnuni frá sær.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

18082026_Dadi

 

Daði Már Kristófersson var í Breddanum fyrrapartin.

Allur Breddin kann hoyrast her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541