Ábyrgdarbýtið greiðari, tá landsstýrisfólkið stendur fyri byggingini

Ábyrgdarbýtið greiðari, tá landsstýrisfólkið stendur fyri byggingini
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at skilnaðurin millum ábyrgd og myndugleika í byggimálum riggar ikki nóg væl
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum.
 
19.08.2026 - 10:35

Ábyrgdarbýtið verður greiðari, tá landsstýrisfólkið, sum fær játtanina, bæði stendur fyri byggingini og hevur fíggjarligu og fakligu ábyrgdina og eftirlitið.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, um avgerð sína at leggja niður verkætlanardeildina hjá Landsverki og flyta arbeiði hennara til stjórnarráðini.  

Nú er ábyrgdin hjá aðalráðunum, sum skulu biðja løgtingið um pengar.

Men Landsverk er byggiharri. 

Hesin skilnaður millum ábyrgd og myndugleika hevur víst seg ikki at rigga nóg væl.

 


Verkætlanardeildin hjá Landsverki er niðurløgd, og arbeiðuð er flutt til stjórnarráðini.

 

Ilt við at halda eftirlitsskyldurnar

Orsøkin er, at landsstýrisfólk hava trupult við at halda sínar eftirlitsskyldur, sigur Jacob Vestergaard.

Sirið Stenberg, løgtingskvinna, spurdi um avgerðina um verkætlanardeildina.

Nakrar byggiverkætlanir eru farnar av lagi.

Landsgrannskoðanin hevur víst á, at fíggjarliga ábyrgdin og leiðslan ikki hevur verið nóg greið, sigur landsstýrismaðurin.

Hann veit ikki at siga, hvussu nógv, broytingin fer at kosta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037