Smábátur tók sjógv inn uttan fyri Slættanes í Vágum

Smábátur tók sjógv inn uttan fyri Slættanes í Vágum
Tvey fólk vóru við og vórðu fingin av bátinum áðrenn hann sakk
Mynd: Savn  
 
23.08.2026 - 12:07

Seinnapartin í gjár byrjaði ein smábátur at taka sjógv inn uttanfyri Slættanes í Vágum.

Tvey fólk vóru við og vórðu fingin av bátinum áðrenn hann sakk. Tað var ein annar bátur í økinum, sum kom fólkunum til hjálpar.

Fyrrapartin í gjár var ein maður skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar, tí hann var til ampa í forhøllini á Landssjúkrahúsinum og uttan fyri sjúkrahúsið.

Tað sigur vakthavandi á politistøðini.

Og í gjár var ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum og politiið tók eisini sjey prutl í Runavík.

Politiið fer nú at kanna um prutlini eru tunað at koyra skjótari.

Loyvda hámarksferðin hjá teimum er 30 km/t.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086