Vandi fyri størri maskinskaða á Tjaldrinum

Vandi fyri størri maskinskaða á Tjaldrinum
Vørn fær ikki fulla greiðu á støðuni fyrr enn fríggjadagin. Vandi er fyri, at gearið á Tjaldrinum eisini hevur fingið skaða
 
24.08.2026 - 19:02

Tað verður ikki fyrr enn fríggjadagin, at Vørn fær fulla greiðu á, hvussu umfatandi maskinbrekið á Tjaldrinum er. 

Vandi er fyri, at gearið á skipinum eisini er farið.

Tað sigur Jóhan Simonsen, virkandi stjóri í Vørn:

Tjaldrid_status_24_august_2026

 

Danska verjuskipið "Lauge Koch" liggur í løtuni á Skálafjørðinum. Skipið hevur verið her eina tíð, og er í løtuni einasta skip, sum røkir vaktar- og bjargingartænastur við Føroyar.

Vit hava í dag spurt Arktisk Kommando, hvussu leingi "Lauge Koch" kann væntast at vera verandi í føroyskum sjóøki, og um skipið kann røkja tær uppgávur, sum Brimil og Tjaldrið vanliga røkja.

Arktisk Kommando hevur enn ikki svarað.

Lauge Koch er eitt av trimum skipum í sonevnda "Knud Rasmussen klassanum" hjá donsku sjóverjuni. Skipið er bygt í 2016, tað er 72 metrar langt og góðar 14 metrar breitt, og tyrla kann lenda á skipinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329