Hondbóltsfepur á Eiði

Hondbóltsfepur á Eiði
Spenningurin er stórur á Eiði, har mansliðið í hondbólti er við aftur í bestu deildini. Nærum 20 spælarar eru tit venjing, og málið er at fáa nøkur stig á kontuna
Nýggjur kapittul er byrjaður í EB, har felagið hevur manslið í bestu hondbóltsdeildini
25.08.2026 - 09:35

Smáar tvær vikur eru til landskappingin í hondbólti byrjar aftur, og á Eiði er spenningurin stórur.

EB hevur lið við í bestu mansdeildini fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð, og lagið til venjing, har eini 20 spælarar møta upp, er gott.

 - Eg kom her fyri fimm árum síðan fyri at hjálpa við at byggja kvinnuliðið upp, og síðan hava vit hugsa um, nær vit kunnu fara í gongd við mansliðnum, sigur íslendski venjarin Kristinn Guðmundsson.

Nú skal tað so vera, og 6. september skal liðið á vøllin í Havn ímóti Neistanum.

Nógvir ungir spælarar eru í hópinum, og tí ræður um, at haldam høvdið kalt og halda seg til spæliætlanina - eisini hóast tað ikki gongur eftir vild beinan vegin, sigur venjarin.

 - Tað ræður um at smyrja seg við toli. Teir vita, at tað verður trupult, so vit skulu ikki lata okkum stressa av úrslitunum, men heldur hyggja at avrikunum á vøllinum.

Spælskiparin Torkil Debes Dahl er fullgreiður yvir, at tað kanska ikki verður so pent hvørja ferð, men málið er at fáa stig í botnstríðnum og arga tey ovaru viðhvørt.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527