Elias og Hákun kasta aftur bundesligabólt í kvøld

Elias og Hákun kasta aftur bundesligabólt í kvøld
Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum skulu á vøllin í kvøld, tá týska Bundesligan byrjar aftur
Elias Ellefsen á Skipagøtu í nærdysti við Mathias Gidsel í fjør
Mynd: THW Kiel  
 
27.08.2026 - 17:14

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum skulu á vøllin í kvøld, tá týska hondbóltslandskappingin byrjar aftur.

Bæði THW Kiel og Füchse Berlin leggja fyri á heimavølli ímóti sterkari mótstøðu.

Hákun West av Teigum og teir taka ímóti Melsungen í Max-Schmeling-høllini í týska høvuðsstaðnum, og Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel fáa vitjan av Lemgo.

Kiel spælir klokkan 18.00 og Füchse Berlin spælir klokkan 19.00. Hannover-Burgdorf og Vilhelm Poulsen spæla sín fyrsta dyst sunnudagin, tá Rhein-Neckar Löwen vitjar.

 

Nýggjur kapittul í Kiel

Nýggjur kapittul byrjar í THW Kiel, har Filip Jicha ikki longur stendur á odda fyri liðnum. 

Í staðin er norski venjarin Börge Lund í heita sessinum. Julian Köster og Domen Makuc eru komnir afturat í bakketuna, og sum skilst skal norðurtýski risin spæla skjótari hondbólt.

Tað átti at hóva Eliasi Ellefsen á Skipagøtu væl. Spælskiparin stríddist við akslaskaða í fjør, men tykist vera klárur at spæla aftur nú. 

 


Hákun West av Teigum rakk allan vegin í Champions League-finaluna í fjør, har Füchse Berlin tapti fyri Barcelona. Í landskappingini var Magdeburg ov sterkt. (Mynd: Füchse Berlin)

 

Bíða eftir stórspælarum í Berlin

Í Füchse Berlin skulu Hákun West av Teigum royna at kappast ímóti Magdeburg uttan millum annað Lasse Andersson, sum er farin at spæla saman við Isak Vedelsbøl í Høj í næstbestu donsku deildini.

Stórspælararnir Simon Pytlick úr Danmark og Dika Mem úr Fraklandi skifta til høvuðsstaðarfelagið næsta summar at spæla saman við Mathiasi Gidsel, og tí er eingin keyptur fyri Lasse Andersson til hetta kappingarárið. 

Frederik Simak er komin úr Lemgo og skal kappast við Matthes Langhoff um plássið á høgra bakki í ár. Um tað verður nóg mikið til at bjóða Magdeburg av, er óvist.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926