Meiriluti ikki longur í býráðnum í Havn fyri fjallasúkklubreytini

Meiriluti ikki longur í býráðnum í Havn fyri fjallasúkklubreytini
"Vit eru greið yvir, at fyri fjallasúkkling í Føroyum er hetta sera harmiligt, og fyri Oyggjaleikirnar er hetta óheppið," staðfestir Elsa Berg, borgarstjóri í Havn
Fjallasúkklarar kunnu ikki gleða seg til at fáa eina súkklubreyt við rossagøtuna í Havn. Meiriluti er ikki longur fyri staðsetingini í býráðnum í Havn, ásannar borgarstjórin
Mynd: Savnsmynd  
 
27.08.2026 - 22:30

Hóast trý fylgjandi býráð í Havn hava samtykt at arbeiða við at fáa eina súkklubreyt til fjallasúkkling við Vesturvarða í Havn, og hóast peningur er játtaður til verkætlanina, so er tað greitt, at meiriluti ikki longur er fyri verkætlanini."

Tað skrivar Elsa Berg, borgarstjóri í Havn, í lesarabrævi um nógv umstríddu fjallasúkklubreytina, sum ætlanin hevur verið at gera við sonevndu rossagøtuna í Havn. 

Borgarstjórin fer á fundi í Mentamálanevndini komandi mikudag at skjóta upp, at Tórshavnar kommuna fer at endurskoða ætlanina saman við fjallasúkklarum og sersambandinum fyri súkkling og triathlon.

 

SÍ EISINI: Rossafólk vilja hava aðra staðseting til súkklubreyt

 

Fyribils súkklubreyt til Oyggjaleikirnar

Elsa Berg, borgarstjóri, ásannar í sama viðfangi eisini, at hetta merkir, at tað verður torført at fáa eina altjóða góðkenda súkklubreyt til Oyggjaleikirnar í Føroyum komandi ár.

"Møguliga verður ístaðin ein fyribils loysn funnin, ið lýkir treytirnar hjá Oyggjaleikunum," skrivar Elsa Berg. borgarstjóri, sum harmast um støðuna. 

"Vit eru greið yvir, at fyri fjallasúkkling í Føroyum er hetta sera harmiligt, og fyri Oyggjaleikirnar er hetta óheppið. Men fyri okkum í Tórshavnar býráð, eigur hetta at føra til sjálvsrannsakan."


Elsa Berg, borgarstjóri í Havn, harmast, at býráðið í Havn nú er lopin frá lyftinum um at gera eina fjallasúkklubreyt við rossagøtuna (Savnsmynd)

 

SÍ EISINI: Helgi er fremstur á fjallasúkklu

 

Stórur meiriluti síðani 2016

Elsa Berg vísir í lesarabrævinum á, at ein stórur meiriluti av býráðslimum, bæði í samgongu og andstøðu, hava arbeitt við hesi staðsetingini, síðan hon á fyrsta sinni varð samtykt í 2016. Ein stórur meiriluti hevur somuleiðis atkvøtt fyri staðsetingini í fleiri umførum.

Borgarstjórin vísir eisini aftur, at nýggir upplýsingar skulu vera komnir fram í málinum aftaná, at tað varð samtykt í februar, sum ført hevur verið fram. 

"Hetta er ikki so," staðfestir Elsa Berg, sum eisini vísir á, at longu í 2016 var staðsetingin til hoyringar hjá reiðfeløgunum, tá staðsetingin við Vesturvarða varð samtykt í byggi- og býarskipanarnevndini.

At enda gera borgarstjórin staðiliga vart við, at hóast heitið rossagøtan hongur við gøtuni omanfyri Hotel Føroyar, so er talan um eina gøtu á kommunalum øki, ið kommunan í stóran mun hevur gjørt og goldið fyri, og sum allir borgarar í kommununi hava sama rætt at nýta.


Savnsmynd
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262