- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tøgnin aftur brotin

Føroyski dreingjabólkur Tøgn, ið eisini er ein superbólkur við limum, sum frammanundan eru kend tónlistafólk, hevur enn einaferð brotið tøgnina.
"Eingi orð" eitur nýggja staklagið hjá bólkinum, sum er tað triðja hjá Tøgn.
Talan er um ett orkuflut staklag til síðsummarið, skrivar teir fýra, ið manna Tøgn, Bárður Petersen, Beinir Troest Rasmussen, Filip Zachariassen og Jónas Gaard.
Vit hava fingið orðið á Beinir Troest Rasmussen um nýggja staklagið og ætlanirnar við Tøgn.
Hvat er hetta fyri ein sangur?
“Eingi orð” er ein lívligur popp sangur, sum snýr seg um tey sambond, sum ikki krevja so nógv, tí nærveran er nóg mikil í sær sjálvari. Hóast lívið kann gera, at man ikki fær stundir at síggjast so ofta, veit man, at einki er broytt, tá ið man hittist aftur. Sangurin er framleiddur á Oyrasundskollegiinum (B613) og í Ekho Ekho í Keypmannahavn.
Tit eru rættiliga virknir í løtuni. Hví tað?
Tí vit allir elska at skriva saman og spæla tónleik.
Hvat er í væntu?
Vit arbeiða upp á eina heildarútgávu, har millum annað tey trý stakløgini, vit longu hava givið út, vera á. Vit gleða okkum sera nógv til at vísa fram teir nýggju sangirnir.
Hvat er málið við Tøgn?
Málið er fyrst og fremst at skriva góðan tónleik á føroyskum um evnir og kenslur, sum fólk kunnu kenna seg aftur í. Tað føroyska málið hevur stóran týdning fyri okkum. Vit búgva allir í Danmark, men hava samstundis eitt sera sterkt tilknýti til Føroyar. Vit vilja gjarna vera við til at vísa, at føroyskt riggar líka væl í nútímans popp- og indietónleiki sum øll onnur mál – og kanska gera okkara til at flyta føroyskan tónleik eitt sindur í eina nýggja ætt.
Er ikki vandi fyri, at Tøgn yvirhálar tína og tykkara solokarrieru?
Haha, jú, kanska! Men tað hevði nú ikki verið tað ringasta. Vit síggja tað ikki sum eina kapping millum Tøgn og okkara egnu verkætlanir. Vónandi kunnu tær heldur styrkja hvørja aðra, og um Tøgn skuldi farið heilt avstað, so taka vit tað fegnir við.
Orð og lag:
Tøgn – Bárður Petersen, Beinir Troest, Filip Zachariassen og Jónas Gaard
Framleiðsla:
Tøgn
Ljóðbland og frumband:
Óli Poulsen
Kór: Árni Andreassen, Beinta Marnarsdóttir Andreassen, Bogi Joensson Petersen, Durita Árnadóttir Andreassen, Elisabet Maria Pálsdóttir, Høgni Fríðuson Gaard, Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar og Tórur Garðshon Rasmussen.

























