Kongurin, ið savnaði fólkið

Kongurin, ið savnaði fólkið
Meðan norðmenn syrgja Harald kong, ið nú er farin, minnist Astrid Hansen farna kongin sum ein kong fyri fólkið
28.08.2026 - 19:23

Tíðliga í morgun doyði Haraldur kongur av Noregi, eftir at hava sitið á norsku trúnuni síðan 1991.

Ein syrgiligur dagur, sigur Astrid Hansen.

Hon er úr Noregi, hevur búð í Føroyum í trý ár, og so er hon kongshugað. 

Astrid Hansen arbeiðir dagliga í Frelsunarherinum, og fyri hana hevur tað stóran týdning, hvussu fólk vera viðfarin.

Ein uppgáva, sum Haraldur kongur eftir hennara tykki tók í størsta álvara. 

Astrid Hansen minnist tann nú farna kongin sum ein, sum savnaði fólkið. Tí sambært henni kundi norska fólkið lættliga spegla sær í honum og familjuni, tí hann fjaldi ongantíð tað, at hansara familja, sum allar aðrar, strýddist við sínar trupulleikar heima.

Men hóast Astrid Hansen ikki dugir at ímynda sær eitt norskt samfelag uttan kong, eru tað ikki øll, ið eru samd, og halda hetta vera ein farin tíð. Men Astrid Hansen stendur við sítt:

- Tá ið vit nú liva í einum samfelag við so nógvum broytingum, so haldi eg, at tað er gott, at tað eru nøkur, ið halda fast.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329