Íslendska fólkaræðið sást í verki í dag

Íslendska fólkaræðið sást í verki í dag
Avgerðin er hjá fólkinum, og tey hugsa mest um fiskivinnuna, landbúnaðin, búskapin og sjálvstýrið
Mathias Dimon Næs
29.08.2026 - 23:17

Sigga Blöndal, sum er stjórnmálafrøðingur og hevur búð í Føroyum sum barn, hevur fylgt kjakinum í Íslandi farnu tíðina. 

Heldur enn stórpolitikk, snýr tað seg um fýra ymisk viðurskifti, sigur hon. Tey eru fiskivinna, landbúnaður, búskapur og sjálvstýri. 

Um dagin í dag, sigur Sigga Blöndal, at íslendingar og øll onnur enn einaferð hava sæð fólkaræðið í verki. 

Stjórnin vil samráðast við ES, men avgerðin er í hondunum hjá íslendska fólkinum, sigur hon. 

Valhølini lótu aftur klokkan tíggju í kvøld, og fyrstu úrslitini vantast um midnáttarleiti. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026