Royndarfiskiskapur við tvítroli eftir svartkalva og upsa

Royndarfiskiskapur við tvítroli eftir svartkalva og upsa
Tá kanningarnar eru lidnar, verður støða tikin til, um vit eiga at loyva tvítroli í fiskidagaskipanini, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum
Nú verður lýst eftir umsóknum til royndarfiskiskap við tvítroli. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
01.09.2026 - 10:42

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, hevur avgjørt at lýsa eftir umsóknum til royndarfiskiskap við tvítroli, bæði á djúpum vatni eftir svartkalva og eftir upsa. 

Kanningarleistur er gjørdur saman við Havstovuni.

Er vinnan áhugað, er ætlanin at fara undir royndirnar í heystar.

Hetta upplýsir landsstýrismaðurin í svari til Fíu Selmu Nielsen, løgtingskvinnu.

Tá kanningarnar eru lidnar, geva tær vónandi nøktandi tilfar at taka støðu til, um vit eiga at loyva tvítroli í fiskidagaskipanini, og hvussu fiskidagatalið tá skal stillast, sigur hann. 

Havast má í huga, at um tvítrol verður loyvt, kann vera neyðugt at stilla fiskidagatalið av nýggjum, so hvørt vinnan lærir seg at nýta tvítrol, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Einki grundarlag er at meta um búskaparligu ávirkanina, um tvítrol verður loyvt.

Trolarar, sum kunnu søkja um royndarloyvi, skulu hava millum 501 og 3.000 hestar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542